Á hátíðarløtu í Listasavni Føroya fyrr í vikuni varð nýggja kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað.Tað er listamaðurin, Torbjørn Olsen sum hevur sniðgivið nýggju kúluna.
Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya og landsstýrisfólkinum í Mentamálum velur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna. Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið.
Í ár fekk felagsskapurin Sinnisbati fyrstu Kærleikskúluna.
Á hátíðarhaldinum helt Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður røðu. Røðan kann lesast her.
Um kærleikskúluna
Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya og landsstýrisfólkinum í Mentamálum velur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna. Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar – júst sum vit menniskju eru tað. Hon hevur hvítt silkiband og er pakkað í snotiliga eskju saman við einum vøkrum faldara á føroyskum og enskum. Kúlurnar eru framleiddar uttanlanda og síðani sendar til Føroya, har tær eru kannaðar og pakkaðar. Tað eru arbeiðsfólk á verkstøðunum hjá Dugna á Kambsdali, sum hava staðið fyri pakking av kúlunum, og somuleiðis eru tað næmingar og arbeiðsfólk á Hjalla, sum hava staðið fyri marknaðarførðing og skipan av móttøkuni í listasavninum.
Kærleikskúlan 2024 kann keypast í gávubúðum kring landið frá 26. november til 23. desember. Hon kostar 400 kr. Allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna. Til dømis skipar Dugni fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, so hesi kunnu fara víðari út í arbeiði ella undir útbúgving. Skipað verður fyri virksemi, ið speglar samtíðina, gevur viðkomandi avbjóðingar, kveikir sjálvbjargni og førleikamennir fólk til eitt virkið lív.
Les meira her.