Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya skipaðu fríggjadagin fyri almennari ráðstevnu í Kongshøll um komandi limaskapin hjá Føroyum í europeiska økinum fyri hægri útbúgving (EHEA).
Endamálið við ráðstevnuni var at seta ítøkilig orð á tað góðskuarbeiðið, sum skal rótfestast, so álitið á føroyskar útbúgvingar innan- og uttanlands altíð hevur gott og gjøgnumskygt grundarlag.
Djóni Nolsøe Joensen landsstýrismaður setti ráðstevnuna. Røða hansara kann lesast her:
Góðan dagin øll somul.
Fyrst av øllum skal eg takka fyri møguleikan at standa frammanfyri tykkum her í dag, nú vit fara at viðgera tí føroysku støðuna mótvegis Evropa, tá tað kemur til hægri útbúgvingar.
Sum eg havi skilt tað, so er hetta partur av teimum tilmælum, sum komu frá seinastu eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya, og tí gleðir tað meg at síggja, at arbeitt verður við hesum tilmælum.
Útbúgving, útbúgving, útbúgving.
Góðu áhoyrarar,
Vit vita øll hvønn týdning útbúgving hevur fyri eitt land, og tað man ikki koma óvart á nakran, tá ið sagt verður, at eitt framkomið og væl útbygt samfelag, er eitt samfelag, sum hvílir á eitt væl útbúgvið fólk.
Hetta er so mangan staðfest í kanningum hjá stovnum sum eitt nú OECD.
Tað er ikki av ongum, at vit í Føroyum seta ein so stóran part av okkara skattakrónum í útbúgving. Tað gera vit, tí vit vita, at útbúgving er vegurin fram, og tað er einans við útbúgving, at vit framtíðartryggja okkara samfelag.
At vit tá brúka nógva orku uppá at menna bæði undirvísarar og skipanir, er tí púra logiskt, tí vit vita øll hvønn týdning góðskan hevur av okkara útbúgvingum. Vit skulu jú hava eina skipan, sum á bestan hátt mennir og mentar okkara ungu, og sum ger tey før fyri at taka við og bera okkara samfelag víðari.
At góðskukrøvini tá eru høg, er lætt at skilja, tí vit skulu jú brúka útbúgvingarnar í okkara samfelag. Men soleiðis sum heimurin tey seinastu áratíggjuni hevur flutt seg, so er tann fakliga góðskan ikki nokk í sjálvum sær.
Tí vit kunnu ikki longur bert noyðast við at verða góð til tað vit gera. Nei, vit skulu eisini skipa okkum á ein hátt, sum er til at kenna aftur í okkara grannalondum og útheimi annars. Hetta so at brúkbæri av teimum føroysku útbúgvingunum gerst so gott og breitt sum gjørligt, sum ger tað møguligt hjá okkara lesandi at leita sær útum landoddarnar í skiftislestri, ella á annan hátt at nerta sær nýggja vitan. Hetta er eisini týdningarmikið fyri okkara kappingarføri, tá tað kemur til at fáa lesandi, granskarar og starvsfólk annars at leita sær leiðina hendaveg.
Tað politiska ynski, um at gerast partur av Bolognatilgongdini er fleiri ára gamalt. Hóast tað í fleiri umførum og frá fleiri ymiskum støðum hevur verið arbeitt við at gerast partur av Bologna, so hava vit fyrr sæð, at stígur, av ymiskum orsøkum er komið í og at arbeiðið fyribils er dottið niðurfyri. Men her er ein grundleggjandi annarleiðis munur á støðuni í dag, og støðuni vit áður hava staðið í.
Okkara lesandi vita í stóran mun um hesa tilgongdina, og krevja, at teirra útbúgvingar eru á einum høgum støði og á jøvnum føti við teirra evropeisku samlesandi. Eisini hava vit í dag, eitt nógv størri tilvit um Bolognatilgongdina millum starvsfólk á Setrinum og í skipanini annars, sum eisini gevur eitt heilt annað útgangsstøði enn vit áður hava havt. Tí kunnu vit siga, at vit eru komin heilt væl á leið hvat hesum viðvíkir.
Men hóast vit mugu skipa okkum eftir teimum evropeisku útbúgvingunum, so er hetta ein balansugongd, tí tað er samstundis av alstórum týdningi, at vit ikki gloyma okkum sjálvi í hesum arbeiðinum. Her mugu vit varðveita okkara føroyska dám, og stíla okkara útbúgvingar mótvegis tí føroyska samfelagnum, samstundis sum vit eisini leggja okkum uppat tí evropeiska leistinum.
Lukku tíð kann sigast, at tað í Bolognatilgongdini er vítt til veggja, hvat tulking viðvíkir, og tí kunnu vit saktans varðveita tað serføroyska, samstundis sum vit liva upp til altjóða krøv.
Vit skulu ikki hava serføroskyar útbúgvingar sum einast kunnu brúkast í føroyum, men vit skulu hava altjóða útbúgvingar í føroyskum búna.
Hetta er ein balansugongd, sum má haldast, so vit kunnu tað sama sum hini, samstundis sum vit minnast okkum sjálvi.
Á hendan hátt kunnu vit tryggja, at ein útbúgving í Føroyum, eisini er ein útbúgving í Evropa.
Takk fyri.