31.10.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Relatiónsførleikar á breddan

Relatiónsførleikar á breddan

Í sambandi við at skúlagranskarin Louise Klinge hevur verið í Føroyum og havt evnisdagar um relatiónsførleikar, hevur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, verið og lurtað.

Hetta er eitt sera viðkomandi evni hjá øllum dagstovnum og skúlum, tí tað hevur so stóran týdning í øllum samskifti í sambandi við børn og ung, at tey verða møtt av vaksnum við góðum relatiónsførleikum. 
Landsstýrismaðurin fekk eitt prát við granskaran aftaná.