Í sambandi við, at Hanna Jensen herfyri tók sæti í løgtinginum og søkti um farloyvi frá rektarastarvinum, hevur Barna- og Útbúgvingarmálaráðið gjørt av at seta Óla Wolles sum rektara.
Óli Wolles er 61 ára gamal, útbúgvin Cand.mag í religión frá Århus Universiteti og í føroyskum frá Fróðskaparsetri Føroya. Harumframt hevur Óli diplomprógv í vegleiðing, eisini frá Fróðskaparsetri Føroya. Hann byrjaði í starvi á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy í 1990, fyrst sum lærari, seinni eisini sum lestrarvegleiðari. Hann hevur verið útbúgvingarleiðari og sostatt partur av leiðslu skúlans síðani 2014. Eftir at Handilsskúlin og Studentaskúlin vórðu lagdir saman í nýggja stovnin Miðnám á Kambsdali hevur Óli verið annar av vararektarum skúlans.
Óli Wolles tekur við rektarastarvinum í dag 10.februar.