21.04.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Rásin Reist

Rásin Reist

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið til reisigildi á Rásini í Saltangará. Tað gongur væl við uppíbyggingini, sum byrjaði í heyst. Tað er byggivirkið Malltek í Klaksvík, sum stendur fyri byggingini, ið ætlandi verður liðug á vári 2025.

Tað vóru fegnir handverkarar, sum fingu ein bita frá Landsverki. Tað vóru eisini glaðir næmingar, sum sungu og undirhildu. Tey hava fylgt neyvt við í byggingini, sum fer at tvífalda skúlan.

Beinta Persdóttir Joensen, leiðari á Rásini, fegnast um, at tað skjótt fer at verða møguligt hjá Rásini at taka 7 næmingar upp á hvørjum ári. Hetta er ein sólskinssøga.

Rásin

Rásin er eftirskúli til ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan.

Endamál skúlans er, at næmingarnir fáa ment sínar førleikar, so tey eFFftir lokið skúlaskeið kunnu liva eitt so sjálvstøðugt lív sum møguligt.

Skúlaskeiðið skal geva næmingunum møguleika at menna persónligar, sosialar, og kensluligar førleikar í lestrar- og arbeiðslívið. Eisini skal næmingurin ogna sær fatan um lívið og tess møguleikar.

Les meira um rásina her.