Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið á vitjan á Rásini á Saltangará, har næmingarnir bjóðaðu ein góðan drekkamunn, sum tey sjálvi høvdu fyrireikað. Tey høvdu eisini fyrireikað spurningar, sum tey settu landsstýrismanninum.
Rásin er eftirskúli til ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan. Endamálið er, at tey fáa ment sínar førleikar, so tey kunnu liva eitt so sjálvstøðugt lív sum møguligt.
Beinta Persdóttir Joensen, leiðari, og Laila Weihe, varaleiðari, greiddu frá virkseminum á Rásini, sum má sigast at hava verið ein sólskinssøga. Tey eru øll spent, nú farið verður undir uppíbyggingina, soleiðis at næmingatalið kann tvífaldast frá 7 til 14.