15.03.2022 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Próvtøkur og landsroynd í 2022

Próvtøkur og landsroynd í 2022

Skúlagongdin í nógvum fólkaskúlum hevur í hesum skúlaári verið merkt av koronu farsóttini. Við atliti at hesum hevur landsstýrismaðurin gjørt av at gera tillagingar í próvtøkunum í 9. og 10. flokki skúlaárið 2021-22.

Skrivlig próvtøka í 9. og 10. flokki

Næmingarnir hava eina skrivliga próvtøku færri bæði í 9. og 10. flokki.

  1. flokkur: Næmingarnir fara til skrivliga próvtøku í føroyskum, donskum og støddfrøði. Eingin skrivlig próvtøka verður í enskum, men ársmetið í enskum telur sum próvtøkumet.
  2. flokkur: Næmingarnir fara til próvtøku í føroyskum, enskum og støddfrøði. Eingin skrivlig próvtøka verður í donskum, men ársmetið í donskum telur sum próvtøkumet.

Munnlig próvtøka í 9. og 10. flokki

Næmingarnir hava eina munnliga próvtøku færri bæði í 9. og 10. fl.

  1. flokkur: Næmingarnir fara til munnliga próvtøku í trimum próvtøkulærugreinum, harav føroyskt er kravd próvtøkulærugrein.
  2. flokkur: Næmingarnir fara til munnliga próvtøku í trimum próvtøkulærugreinum

Fyriskipanir í sambandi við munnliga og skrivliga próvtøku

Freistin at geva ársmet verður longd til 18. mai.

Í teimum førum, har próvtalið er lægri enn ársmetið, fáa næmingarnir ársmetið sum próvtal í 9. og 10. floks próvnum. Hetta er galdandi bæði í skrivligu og munnligu provtøkunum.

Næmingarnir fara til munnliga próvtøku í tí tilfari, sum viðgjørt er í undirvísingini, og próvtøkuspurningarnir skulu taka støði í undirvísingargongdunum, sum eru framdar. Orsakað av, at undirvísingin hevur verið nógv darvað av koronu sjúkuni í drúgva tíð í hesum skúlaári, kann tað verða ymiskt, hvussu stóran part av tilfarinum, skúlarnir hava nátt, og tí er umráðandi, at próvtøkuspurningarnir verða settir í undirvísingargongdunum, sum eru framdar í einstøku lærugreinunum. Í fleiri lærugreinum tekur próvtøkan støði í tilfari, sum gjøgnumgingið er bæði í 8. og 9. flokki, og eiga skúlarnir at hava hetta fyri eyga, tá ið próvtøkuspurningarnir verða settir, so at teir fata um tær undirvísingargongdir, sum undirvíst er í.

Við atliti at nevndu viðurskiftum verður ikki møguligt hjá øllum skúlunum at halda seg til  normalsíðutalið, sum kravt verður í munnligu próvtøkunum í føroyskum, donskum og enskum. Heimilað verður skúlunum at lækka kravda normalsíðutalið í mesta lagi 25%, men at lækkingin verður gjørd í mun til, hvussu stóran part av ásetta tilfarinum sambært námsætlanini, ið einstaki flokkurin hevur nátt.  Hetta sama er galdandi í hinum lærugreinunum, sum ikki hava eitt ávíst  normalsíðutal sum próvtøkugrundarlag.

Landsroynd

Landsroyndirnar verða útsettar til eftir summarsteðgin, so at skúlarnir fáa møguleika at nýta restina av skúlaárinum til at gjøgnumføra kravdu undirvísingina, sum er grundarlag undir royndunum.

Landsroyndirnar verða í september 2022.