Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur í vikuskiftinum luttikið á norðurlendsku IAKM Ráðstevnuni 2024, sum í ár var í Føroyum.
Tað var IAKM Føroyar, sum er eitt áhugafelag í Føroyum, sum arbeiðir fyri rættinum hjá øllum at læra, brúka og menna mál og samskifti, sum stóð fyri ráðstevnuni.
Heitið á ráðstevnuni í ár var ” Øll hava rætt til eitt mál”.
Umframt at seta ráðstevnuna fríggjadagin, luttók landsstýrismaðurin eisini á einum pallborðsfundi leygardagin, har umboð frá MEGD, JAVNA og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Almanna- og mentamálaráðnum, eisini luttóku.
Røða hjá landsstýrismanninum kann lesast her.