Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett nýtt útbúgvingarráð fyri maritimu útbúgvingarnar.
Alfred Petersen heldur fram sum formaður, og eru hinir limirnir í ráðnum Arnfinn Bech, Berit Hovsgarð, Stefan í Skorini, Annfinnur Garðalíð, Gunnbjørn Joensen og Hans Johannes á Brúgv.
Maritima Útbúgvingarráðið skal sambært lóg um útbúgving av manning á skipum veita landsstýrismanninum ráðgeving innan maritimar útbúgvingar.
Á setanarfundi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum heilsaði landsstýrismaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, upp á limir og varalimir í nýggja Maritima Útbúgvingarráðnum. Landsstýrismaðurin fegnast um, at Maritima Útbúgvingarráðið, sum umboðar bæði vinnu og fakfeløg, kann veita eina breiða og fakliga holla ráðgeving.
Hetta er eitt øki við stórum týdningi fyri Føroyar. Tað er umráðandi, at maritimu útbúgvingarnar støðugt fylgja við altjóða krøvum og tí menning, sum er millum annað innan tøkni og grøna orkuskiftið. Samgonguskjalið raðfestir maritimu útbúgvingarnar høgt, og tí er gleðiligt, at bæði vinna og fakfeløg vilja taka lógvatak saman og lyfta hesa týðandi uppgávu saman við undirvísingarverkinum.
Maritima Útbúgvingarráðið er mannað soleiðis:
Alfred Petersen, formaður
Maskinmeistarafelagið
Arnfinn Bech, limur Regin M. Olsen, varalimur
SEV
Berit Hovsgarð, limur Magnus K. Magnussen, varalimur
Føroya Reiðarafelag
Stefan í Skorini, limur, limur Jógvan Jespersen, varalimur
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Annfinnur Garðalíð, limur Kristian Oskar Hendriksen, varalimur
Føroya Arbeiðsgevarafelag
og Reiðarafelagið fyri farmaskip
Gunnbjørn Joensen, limur Jórun Gardar, varalimur
Sjóvinnustýrið
Hans Johannes á Brúgv, limur Anly Sandberg Petersen, varalimur