Nýtt útbúgvingarráð fyri heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur sett nýtt útbúgvingarráð fyri heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingarnar fyri tíðarskeiðið 2024 til 2028.
Útbúgvingarráðið er sett sambært kunngerð og skal ummæla námsskipan skúlans, námsætlanir fyri lærugreinirnar, innihaldið annars í útbúgvingunum, umframt viðgera viðkomandi mál, sum hava týdning fyri útbúgvingarnar.
Útbúgvingarráðið hevur 7 limir og 7 varalimir, sum umboða niðanfyri standandi stovnar og feløg.
Landsstýrismaðurin tilnevnir formanskapin.
Forkvinna
Nancy Marjun Ragnarsdóttir Rasmussen, Kliniskur útbúgvingarsamskipari í sjúkrahúsverkinum, forkvinna
Varaforkvinna
Kerstin Laksafoss, sjúkrarøktarfrøðingur á Psykiatriska deplinum
Almannamálaráðið
Sveinbjørn Olsen, heilsurøktari í Sambýlinum Fjálgalon, limur
Selma Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari í Sambýlinum Eiðisgarður, varalimur
Heilsumálaráðið
Tórur Sørensen, heilsurøktari á ergo- og fysiourgiskari deild á Suðuroyar Sjúkrahúsi, limur
Margit Justinnussen, dygdarmennari á Psykiatriska deplinum á LS, varalimur
Kommunufelagið
Marna Ellingsgaard Jensen, stjóri hjá Norðoya bú- og heimatænastu, limur
Varalimur – kemur í næstum
Heilsurøktarafelagið
Bingerð H. Fosságil, heilsurøktari og forkvinna í Heilsurøktarfelagnum, limur
Randarsól Kristiansdóttir, Roðin - Deildarleiðari, Miðstova, varalimur
Heilsuhjálpararfelag Føroya
Mary Antonsdóttir, heilsuhjálpari og fork. í Heilsuhjálparafelagi Føroya, limur
Poula Jørgensen, heilsuhjálpari og nevndarlimur, varalimur
Lærararnir á Heilsuskúla Føroya
Jastrid á Dul Sørensen, lærari og sjúkrarøktarfrøðingur, limur
Mona við Reiðlið, Lærari og sjúkrarøktarfrøðingur, varalimur
Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya er skrivari í útbúgvingarráðnum.