Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður hevur luttikið á Norðurlandaráðsfundinum í Føroyum 8. og 9. apríl. Hetta er fyrstu ferð at alt Norðurlandaráðið er savnað til tingsetu í Føroyum.
Landsstýrismaðurin legði fram uppskot til samstarvsskrá hjá útbúgvingarmálaráðharrunum fyri 2025-2030, so tinglimirnir hava møguleika fyri at hava ávirkan á hesa. Tað snýr seg um, hvat innihaldið skal verða í norðurlendska útbúgvingarsamstarvinum komandi árini.
Eisini hevur landsstýrismaðurin lagt fram nýggju norðurlendsku máldeklarartiónina. Hetta snýr seg um, hvussu ein felags málpolitikkur verður skipaður, sum varðveitir og styrkir samfelagsberandi málini í norðurlondum, samstundis, sum øll sum búgva her kunnu varðveita og menna sítt móðurmál, frummál, teknmál og tjóðskaparligt minnilutamál.
Røða landsstýrismanssins kann lesast her.