Týsdagin vitjaðu Herdis Johnsdóttir Johannesen, forkvinna, Meiken S. Olsen og Lennart Magnussen, sum eru í nevndini í Spyr Meg, Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum. Erla Marr Poulsen, sum eisini eri í nevndini, hevði forfall.
Fundurin var sera áhugaverdur, og vóru serliga hesi mál umrødd:
- Serligt skipað miðnám: upptøkan, starvsvenjing og tilknýti til arbeiðsmarknaðin
- Útbyggingin av Rásini
- Skúlagarðurin á Skúlanum á Trøðni
Landsstýrismaðurin fegnast um, at hesi ungu fólkini eru so ábyrgdarfull og eldhugað í sínum arbeiði.
Spyr Meg er undirnevnd í Javna, har fólk við menningartarni sjálvi koma til orðanna.