30.03.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Námsfrøðiútbúgvingin í miðdepilin

Námsfrøðiútbúgvingin í miðdepilin
1 / 2

Nógv fólk var samankomið í auluni á Fróðskaparsetrinum mikukvøldið 29. mars, tá skipað var fyri tiltaki við yvirskriftini: Námsfrøðingur í dag og í framtíðini.

Framløgur vóru um virksemi hjá námsfrøðingunum, tær góðu søgurnar og úrslit av eini kanning um miðlaflutning og námsfrøði.

Síðan var pallborðsorðaskifti, har landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, eisini luttók.

Setrið fer í summar at taka tveir flokkar av námsfrøðingum upp, og tað fegnast øll um.