Í fíggjarlógaruppskotinum er játtanin til Fróðskaparsetrið hækkað við 2 mió.kr., soleiðis at tveir flokkur av námsfrøðingum kunnu takast upp í heyst. Tillagingar verða gjørdar í námsfrøðiútbúgvingini, soleiðis at størri dentur verður lagdur á dagstovnanámsfrøði.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, fegnast um, at skjøtil nú er settur á at loysa trupulleikarnar, sum hava verið á nógvum dagstovnum kring landið, sum í stóran mun hava manglað útbúgvið starvsfólk. Eisini innan serstovnaøkið er tørvur á fleiri námsfrøðingum, so tað er at fegnast um, at fleiri væntandi verða útbúgvin um nøkur ár.
Kampusætlanin er eisini eitt av teimum høgt raðfestu økjunum í fíggjarlógaruppskotinum. Farið verður nú av álvara undir at umvæla og nútímansgera bygningarnar á Frælsinum, soleiðis at Setrið fær góðar hølisumstøður. Samstundis verður eisini farið undir at fyrireika bygging av nýggjum høvuðsbygningi hjá Setrinum sum liður í nýggju stóru kampusætlanini.