19.12.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Næmingur teknað jólakortið

Næmingur teknað jólakortið
1 / 2

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur í dag verið á vitjan í Gulaskúla og takkað fyri myndina til jólakortið hjá ráðnum í 2024.

Tað er Krista Møller Heinadóttir, næmingur í Gulaskúla, ið hevur teknað vøkru myndina.

Landsstýrismaðurin fegnast um alt tað góða og áhugaverda virksemi, sum verður gjørt í Gulaskúla, og somuleiðis takkaði hann fyri hugnaligu løtuna og høvi at hitta bæði næmingar og starvsfólk og ynskti øllum eini gleðilig jól.