07.02.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Næmingar á kvæðastevnu

Næmingar á kvæðastevnu

Djóni Noløe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið í Norðurlandahúsinum í vikuni í sambandi við at næmingar úr 4. til 7. flokki í fólkaskúlanum hava verið á kvæðastevnu.

Hetta er eitt stórt og spennandi tiltak yvir 3 dagar, har yvir 1200 næmingar hava luttikið. Endamálið við tiltakinum er at stuðla undir kvæðaundirvísingina og kveikja áhugan fyri hesum serstaka siðaarvi okkara, føroyska dansinum.

Børnini hava dansað vanligan føroyskan dans og dansispøl, havt kappingar um kvæði og hoyrt søgur.
Tað eru eldsálir, sum brenna fyri føroyska dansinum, í skúlum og í dansifeløgum, sum hava skipað fyri.
Landsstýrismaðurin var uppií dansinum og hevði eina góða løtu í Norðurlandahúsinum.

Hetta er eitt tiltak, sum vónandi verður ein fastur táttur á hvørjum ári, tí hetta gagnar barnafelagsskapinum og samfelagnum.