Hósdagin hevði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður vitjan av Magnusi við Streym, forseta í Meginfelag Føroyskra Studenta og Eriku Høgnadóttir, forfólki í Ráð Teirra Lesandi.
Á fundinum greiddu forfólkini frá avbjóðingum hjá føroyskum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og hjá lesandi uttanlands, um luttøku hjá føroyskum lesandi í altjóða lestrarfelagsskapum, og um virksemi í lestrarfelagsskapunum yvirhøvur.
Eisini brúktu umboðini høvi at spyrja um hvørjar ætlanir fyriliggja, nú nýtt landsstýri er skipað, og í hesum sambandi varð kampusverkætlanin og ætlanir um lestraríbúðir eisini umrøtt.
Landsstýrismaðurin gleddist um at hoyra frá virkseminum hjá tveimum virknum feløgum, sum hvør í sær hava stóran leiklut í menningini av tí føroyska føroyska útbúgvingarkervinum.