08.11.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Markleys útbúgving

Markleys útbúgving
1 / 2

6. november varð stóra árliga útbúgvingartiltakið, Markleys útbúgving, í Norðurlandahúsinum.

Hvørt heyst fáa fráfaringarflokkarnir í miðnámsskúlunum boð um at møta hetta upplýsingarátakið, har tey ungu fáa alskyns kunning um sínar útbúgvingarligu framtíðarmøguleikar.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, setti tiltakið. Hann segði millum annað:

Men í síðsta enda, so er umráðandi at minnast til, at ein útbúgving er ikki bert eitt prógv, men nakað, sum kann vera við til at gera teg til eina enn betri útgávu av tær sjálvum, og er hetta tað, sum er mest umráðandi at hava í huga, nevniliga at óansæð útbúgving ella starv, so finst bara ein av tær.

Øll røða hansara kann lesast her.