Í dag, 2. mai 2024, samtykti Løgtingið endaliga lógina um føroyskan førleikakarm, sum gevur heimild til at kunna lýsa ein føroyskan førleikakarm, sum fevnir um alt tað føroyska útbúgvingarverkið (LM-084/2023).
Við lógini verður tað lættari at samanbera føroyskar útbúgvingar við samsvarandi og aðrar útbúgvingar bæði innanlands og uttanlands, og við førleikakarminum koma tær føroysku útbúgvingarnar at geva betri atgongd uttanlands, bæði í lestri og á arbeiðsmarknaðinum.
Um lógina sigur landsstýrismaðurin:
Vit kunnu í dag fegnast um, at vit eru komin eitt stórt fet nærri einari altjóða góðkendari útbúgvingarskipan, sum verður viðurkend á jøvnum føti við aðrar útbúgvingarskipanir, ikki bert í grannalondunum, men í øllum heiminum.
Uppskotið var til triðju viðgerð einmælt samtykt.