Limir endurtilnevndir í Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan
Barna og útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt av at endurtilnevna tríggjar limir í Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan tíðarskeiðið frá 1. apríl 2024 til 31. mars 2028.
Talan er um teir tríggjar limirnar, sum fyrst vórðu valdir fyri eitt 2 ára skeið frá 1. apríl 2022 til 31. mars 2024.
Tey eru Eyðun Jacobsen, Gunnvør á Norði og Ragnheiður Bogadóttir.
Hinir fýra limirnir, sum vóru valdir fyri eitt 4 ára skeið frá 1. apríl 2022 til 31. mars 2026, eru Annika H. Davidsen, Jan Rasmussen, Sóley H. Hammer og Tórheðin J. Jensen, sum er formaður.
Ráðið er sett sambært løgtingslóg nr. 89 frá 7. juni 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan, har ein formaður og seks ráðslimir verða tilnevndir fyri fýra ár, annaðhvørt ár 3 limir og annaðhvørt ár 4 limir.
Endamálið við ráðnum er at ráðgeva Føroya landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felagshugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan, sum orðað í 2. kapitli í lógini. Í stuttum fevnir hetta um at seta mál fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum og í altjóða høpi, gera uppskot um stuðulsveitingar og luttøku í altjóða samstørvum, ráðgeva í spurningum um, hvussu gransking, menning og nýskapan kann gerast gagnlig fyri bæði tann privata og tann almanna geiran og at gera árliga frágreiðing og støðulýsing av gongdini á økinum í Føroyum.
Fyrsta árliga frágreiðingin kom í august 2023 og kann lesast her.
Kelda: www.gransking.fo
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan skal ráðgeva Føroya landsstýri um yvirskipaða politikk Føroya fyri gransking, menning og nýskapan.
Í ráðnum sita 7 limir, sum landsstýrisfólkið í granskingarmálum tilnevnir við støði í tilmælum frá eini trímannanevnd. Borgarar, stovnar og fyritøkur hava møguleika at koma við uppskotum um ráðslimir til trímannanevndina.
Setanarskeiðið er frá 1. apríl 2022. Limirnir sita fyri fýra ár, tó eru hesaferð valdir 3 limir fyri 2 ár.
Skrivarauppgávur Ráðsins eru sambært lógini lagdar til fyrisitingina í Granskingarráðnum at røkja.
Les meira her.