Umboð fyri LGBT+ Føroyar hevur verið inni á gólvinum í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í dag við gávu til nýsetta landsstýrismannin. Talan er um eina mynd, sum Heiðrikur á Heygum gjørdi í sambandi við 10 ára stovningardagin hjá felagsskapinum.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, fegnast um gávuna og bjóðar eisini LGBT+ vælkomnum at koma við teirra sjónarmiðum í sambandi við politiska arbeiðið, sum hann nú er farin undir.