Í síðstu viku hevði landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, fund við Meginfelag Føroyskra Studenta um støðuna á tí útbúgvingarpolitiska økinum bæði innanlands og uttanlands.
Talan var um ein góðan fund, har greitt varð frá arbeiðinum hjá MFS í European Students’ Union og um, hvønn týdning hetta kann koma at hava fyri føroyskan studentapolitikk. Her varð millum annað víst á nøkur áheitanarskriv frá ESU, sum beinleiðis snúðu seg um serføroysk viðurskiftir, eitt nú um luttøku í Erasmus+, menstruatiónsvørur til lesandi og sálarheilsu millum lesandi.
Við støði í omanfyrinevnda varð eisini høvið nýtt at umrøða eina umbøn, sum MFS hevur sent landsstýrismanninum, um hækkandi játtan á løgtingsfíggjarlógini. Landsstýrismaðurin var fegin við uppskotið, sum nú verður viðgjørt í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið nýtti høvið at greiða frá føroysku gongdini á altjóða politiska økinum, tá talan var um Bolognatilgongdina og luttøku í Erasmus+, umframt støðuna við kampusverkætlanini, sum bæði fevndi um umvæling av Venjingarskúlanum og prosjektering av høvuðsbygninginum.
Á fundinum nýtti MFS eisini høvið at vísa á tørvin á sálarfrøðiligari hjálp millum lesandi, nú royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðiligari hjálp til ung fór frá 35 niður í 25 ára aldursmark. Her varð víst á, at helmingurin av teimum lesandi á Fróðskaparsetri Føroya var yvir hesi 25 árini, og at broytingin í skipanini tí rakar lesandi á hægri lærustovnum í Føroyum.
Landsstýrismaðurin fegnaðist um fundin og góða ískoyti frá hesum ágrýtnu lesandi.
(Á myndini frá vinstru: Anna Dam, ráðsskrivari fyri MFS, Magnus við Streym, nevndarlimur í ESU, Jákup Holm Johannesen, altjóða skrivari í MFS og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum)