Barna- og útbúgvingarmálaráðið sóknast eftir dugnaligum leiðarum, ið hava áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum, til setanar 1. august 2023.
Tvey leiðslustørv eru leys at søkja við freist tann 22. mai 2023.
Talan er um starv sum fyrstilærari í Kaldbaks skúla, umframt tíðaravmarkað starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla.
Les lýsingar niðanfyri: