27.10.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Landsstýrismaðurin vitjað Trygdardepilin

Landsstýrismaðurin vitjað Trygdardepilin

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið á vitjan á Trygdardeplinum við Áir. Deildarleiðarin á Trygdardeplinum, Frífinn Nolsøe, tók ímóti saman við stjóranum á Vinnuháskúlanum, Símun Poulsen.

Trygdardepilin er partur av Vinnuháskúlanum. Leiðslan hevur gjørt eitt upplegg til eina framtíðarætlan fyri virksemið, sum var lagt fyri landsstýrismannin. Tað eru upp móti 1000 skeiðsluttakarar á Trydardeplinum um árið, sum hevur fult virksemi hvørja viku í árinum.

Landsstýrismaðurin sá, hvussu venjingar í eldsløkking verða gjørdar, og hvussu roykkavan er skipað. Hetta er ein týdningarmikil liður í trygdini bæði á sjógvi og landi.