761 børn kring alt landið hava í dag havt sín fyrsta skúladag í fólkaskúlunum. Hetta er ein stórur dagur hjá teimum øllum og familjum teirra.
Hetta er eisini ein serligur dagur hjá øllum hinum, sum hava sína dagligu gongd í fólkaskúlunum. Bæði næmingum og lærarum, sum nú byrja aftur aftaná eina langa summarfrítíð.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, vitjaði í dag í Skúlanum á Fløtum í sambandi við skúlaársbyrjanina og heilsaði upp á næmingar og starvsfólk. Regin Marnersson, skúlastjóri, tók ímóti og vísti landsstýrismanninum runt.
Í vár tók landsstýrismaðurin móti einum áliti um broytingar í fólkaskúlalógini, sum ein breitt samansettur arbeiðsbólkur hevur latið úr hondum.
Skúlin á Fløtum hevur søkt um at sleppa at royna fleiri av umleggingunum, sum mælt verður til í álitinum. Herundir m.a. at stytta skúladagin, umskipa lærugreinir og styrkja tvílæraraskipanina. Hesum hevur skúlin fingið loyvi til, og landsstýrismaðurin ynskti lærarum og næmingum góða eydnu við royndunum.
Landsstýrismaðurin fer at fylgja væl við royndarvirkseminum, sum verður partur í fyrireikingini av politisku viðgerðini av broytingum í fólkaskúlalógini, sum fer at verða lagt fyri Løgtingið.