Aftur í ár hevur Sernám skipað fyri fakligum døgum fyri starvsfólkum í førleikastovum í fólkaskúlanum í Føroyum.
Hesa ferð vóru tveir dagar við somu skrá, annar í Løkshøll og hin seinni var í Smæruni. Fyrri dagurin var eisini ætlaður almenninginum.
Landsstýrismaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, setti fakligu dagarnar. Í setanarrøðuni kom landsstýrismaðurin inn á týdningin av samstarvi millum øll tey, sum eru um barnið í tí dagliga, tað veri seg í heiminum, á stovni og í skúlanum. Røða hansara kann lesast her.
Framløgurnar á fakligu døgunum nema við økir so sum; autisma í einum breiðari høpi, eyðkennir og tørv, samskifti, foreldrasamstarv, skiftisnámsfrøði, og hvussu kann arbeiðast námsfrøðiligt.
Sernám veitir ráðgeving innan sernámsfrøðilig viðurskifti til dagstovnar, skúlar og foreldur, sum varða av børnum og ungum.
Sernám er ein landsumfatandi stovnur, sum arbeiðir við børnum og ungum í aldrinum 0-18 ár, ið tørva hjálp til menning, læring og trivnað. Grundað á servitan innan ergo- og fysioterapi, sálarfrøði, sernámsfrøði, sjón og talu verður samstarvað við starvsfólk á dagstovnum og skúlum og foreldur/avvarðandi um at skapa felagsskapir, har børn kunnu trívast, læra og mennast.
Les meira um Sernám her.