Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, kunnaði á fundi í síðstu viku borgarstjórar úr øllum landinum um gongdina í Barnaverkætlanini, sum arbeitt verður við í løtuni.
Barnaverkætlanin er eitt tvørgeiraligt samstarv millum land og kommunur, sum hevur sum endamál at laga niður forðingar, sum eru millum skipanir og seta barnið í fremstu røð, tá ið tænastur verða veittar frá ymsu pørtunum. Eisini skal tilgongdin virka fyribyrgjandi í breiðum týdningi.
Verkætlanin var sett í verk við semjuskjali, sum landsstýrisfólkini í almanna- og mentamálum, heilsumálum, løgmálum og barna- og útbúgvingarmálum saman við formansskapinum í Kommunufelagnum skrivaðu undir tann 28. mars 2023.
Síðani undirskrivingina hevur landsstýrismaðurin verið á kunningarferð í Íslandi og hitt starvsbróður sín Ásmund Einar Daðason, sum stendur á odda fyri íslendsku tilgongdini, sum hevur verið ein fyrimynd hjá okkum.
Verkætlanin í Føroyum er nú skipað undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, og í juni mánaði var eitt strategiseminar hildið í Norðurlandahúsinum, har umboð fyri stovnar og virksemisøki hittust at umrøða støðuna. Seinastu 10 árini eru yvir 30 almenn álit skrivað, sum á ymsan hátt viðgera viðurskifti hjá børnum og ungum. Farið er nú undir eini samskapandi tilgongd at finna loysnir við støði í tilmælunum og felags umrøðu av møguleikum.