Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur í vikuni vitjað skúlar norðuri í Klaksvík.
Leiðin gekk fyrst til skúlan á Skúlatrøð, har Vagn Foldbo, skúlastjóri, tók ímóti og vísti runt. Skúlin er farin undir at royndarkoyra eina nýskapandi matarskipan fyri næmingarnar, sum landsstýrismaðurin varð kunnaður um. Eitt lesiátak var í skúlanum, har allir næmingar lesa tann fyrsta tíman. Tað var gleðiligt at síggja, hvussu hugbundnir næmingarnir friðarliga sótu og lósu.
Landsstýrismaðurin var við til morgunsangin hjá teimum yngstu og fortaldi teimum, hvussu týdningarmikið tað er at vera ein góður vinur.
Síðani var vitjað í Tekniska skúla í Klaksvík, har Rúni Heinesen, skúlastjóri, tók ímóti og vísti fram fjølbroytta virksemi í skúlanum. Fyrst var farið til serbreytina, har landsstýrismaðurin fekk handað eina gávu, sum næmingarnir sjálvir høvdu gjørt. Skúlastjórin vísti runt á handverkaradeildunum við maskin, el og timbri.
Á el-deildini fekk hann høvi at heilsa upp á sína gomlu fótbóltshetju, Jógvan Linklett, sum undirvísir har. Vitjað var á Matvørudeildini við góðu umstøðunum at útbúgva m.a. gastronomar og føðsluatstøðarar.
Síðani var vitjað á miðnámsgymnasiala økinum, har tað bæði er møguligt at taka Tøknibreyt og Fyrireikingarbreyt.
Sjónám var seinast á skránni hjá landsstýrismanninum, har Brandur í Funningsstovu, leiðari, tók ímóti. Greitt var bæði frá maritimu grundútbúgvingunum, sum skúlin bjóðar og øllum skeiðsvirkseminum, sum fer fram á Sjónámi. Tosað var eisini um menningarmøguleikar.
Landsstýrismaðurin er sera fegin um vitjanina, tí tað er altíð gott og gevandi at møta starvsfólkum og næmingum, har tey virka.