Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur verið til móttøku hjá Føroya Pedagogfelag, har nývalda forkvinnan, Sanna á Løgmansbø, tók ímóti. Landsstýrismaðurin ynskti henni hjartaliga til lukku við valinum og blíðan byr við avbjóðingini. Vit síggja fram til eitt framhaldandi gott samstarv millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Pedagogfelagið, har vit í felag virka fyri tí, sum er best fyri børnini.
Landsstýrismaðurin takkaði eisini fráfarna formanninum Jógvan Philbrow fyri gott samstarv øll árini, sum hann hevur sitið sum formaður í Pedagogfelagnum.