Margrét Lilja Gudmundsdottir, umboð í felagsskapinum “Planet Youth” í Íslandi, heilsaði í síðstu viku upp á landsstýrismannin í Barna- og útbúgvingarmálaráðum, Djóna Nolsøe Joensen.
Planet Youth er ein felagsskapur, sum arbeiðir í nógvum ymiskum londum við vegleiðing innan fyribyrging, tá tað snýr seg um rúsevnismisnýtslu hjá ungum.
Fríggjakvøldið hevði Margrét Lilja Gudmundsdóttir eina framløgu í Námi, har hon greiddi frá, hvussu mann í Íslandi hevur arbeitt við miðvísum langtíðarætlanum, har umstøðurnar hjá børnum og ungum eru betraðar, við at styrkja teir verjandi táttarnar í teirra lívi. Dentur verður lagdur á fýra øki, og átøkini verða tillagað til nærumhvørvið og í samstarvi við stovnar, skúlar, frítíðarvirksemi, vinir og familju.
Skipanin, sum í dag verður kallað “Tann íslendska skipanin”, hevur eydnast sera væl, og hevur m.a. havt við sær, at Ísland hevur flutt seg frá at vera eitt land, har tey ungu høvdu methøga nýtslu av rúsdrekka, tubbaki og canabis, til eitt land við metlágari nýtslu av hesum evnum.
Nærri kunning um Planet Youth sæst her.