Fríggjadagin 23. august vitjaði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, skúlar og dagstovnar í Vágum.
Vitjanin byrjaði tíðliga um morgunin í Sørvágs skúla, har Dania Niclasen, skúlastjóri, tók ímóti og vísti runt. Landsstýrismaðurin fekk høvi til at vitja fleiri flokkar og práta við næmingarnar um teirra áskoðan um fólkaskúlan, og hvat skuldi havt verið øðrvísi. Landsstýrismaðurin var fegin um umstøðurnar hjá Pallinum, ið er eitt sertilboð í Sørvágs skúla. Hann royndi eisini stólin, sum klemmaði, sum ein næmingur segði var góður, “tá ein var óður og móður”.
Ferðin gekk síðani til Skúlan á Giljanesi, har varaskúlastjórarnir Finnur Joen-Jacobsen og Signy A. Hermansen tóku ímóti. Næmingarnir høvdu langt fríkvarter, og tað var rokan við dansi og rørslu í trappuhøllini. Aftaná eitt gott skúlaprát við leiðararnar var landsstýrismaðurin runt í skúlanum og vitjaði flokkar hjá bæði yngri og eldri næmingum. Tað er altíð gevandi og fremur gott samskifti at møtast við teimum ungu. Í báðum skúlunum vóru næmingarnir í ferð við at manna næmingaráð, sum landsstýrismaðurin hevur virkað fyri verður gjørt.
Síðani vóru dagstovnar á skránni.
Fyrst var vitjað í Miðgarði í Miðvági, har Majbritt Poulsen, leiðari, og Maj H. Berg, varaleiðari, tóku ímóti saman við Bjarna Prior, borgarstjóra, sum eisini hevði leitað sær til dagstovnin henda morgunin. Miðgarður er ein stórur og nýggjur dagstovnur við nógvum møguleikum og hentleikum. Stovnurin fatar um bæði vøggustovu og barnagarð og var tikin í nýtslu í 2011. Tað merkist, at barnaøkið er eitt høgt raðfest øki í Vága kommunu. Stovnurin er væl mannaður og hevur eina greiða námsfrøðiliga stevnu, sum landsstýrismaðurin hoyrdi um, meðan víst var runt á stovninum.
At enda gekk leiðin til Alvalon í Sørvági, har leiðarin, Tórdis Dam Johannesen, bjóðaði vælkomin og vísti runt. Eisini í Sørvági eru umstøðurnar góðar, og børnini spældu úti, tá ið landsstýrismaðurin kom. Tað var góður hýrur á børnum og starvsfólkum. Lukturin av nýbakaðum vaflum fylti næsarnar og vikuskiftið nærkaðist. Tað var eitt gott prát um umstøðurnar hjá dagstovnunum, og hvat landsstýrismaðurin skuldi hugsa um, tá ið farið nú verður undir politiskt at endurskoða dagstovnaøkið saman við kommununum.