28.09.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Landsstýrismaðurin á vitjan í sambandi við skeið í næmingaráðsarbeiði

Landsstýrismaðurin á vitjan í sambandi við skeið í næmingaráðsarbeiði

Landsstýrismaðurin hevur verið á vitjan í Skúlanum á Argjahamri í sambandi við, at Nám og Undirvísingarstýrið í hesum døgum eru kring landið og skipað fyri skeiðum fyri næmingaráðunum í fólkaskúlunum. 

Endamálið við hesum skeiðunum er at tryggja, at næmingaráð verða skipað í øllum skúlum og at geva ráðunum førleikar og ítøkilig amboð til at fremja eitt gott, trygt og meiningsfult næmingaráðsarbeiði. Tað eru Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi í Námi og Magnus Tausen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, sum skipa fyri degnum. Anne Mette Friis, fyrrverandi aðalskrivari í UNISEF í Danmark og við drúgvum royndum innan økið hevur skipað dagin saman við teimum. 

Landsstýrismaðurin ynskti teimum ein góðan skeiðsdag og segði seg stórfegnast um hetta átak, tí her kunnu næmingaráðslimirnir ogna sær vitan, amboð og førleikar til at fáa mest møguligt gagn burturúr næmingaráðsarbeiðinum.

 

 

Landsstýrismaðurin vísti á týdningin av, at børn hava rætt til at verða hoyrd, og at øll børn skulu hava møguleikan at koma til orðanna í øllum viðurskiftum, sum ávirka teirra skúlagongd. Víst varð á, at tað eru vit tey vaksnu, ið hava ábyrgdina av at tryggja, at børn frítt fáa høvi at orða síni egnu sjónarmið. Hesi skeið í næmingaráðsarbeiðið eru týðandi, tí her læra næmingarnir um, hvussu tey á gagnligan hátt kunnu fáa størri ávirkan á egnan skúla. Landsstýrismaðurin minti næmingarnar á, at tað týdningarmesta er at verða góð við hvønn annan og at fara væl við hvørjum øðrum.