23.09.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Landsstýrismaðurin á Vísindavøku

Landsstýrismaðurin á Vísindavøku
1 / 3

Fríggjadagin 22. septembur skipaðu Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku í Sjóvinnuhúsinum í Tórshavn.

Endamálið við vøkuni er at økja um áhugan fyri gransking og menning í samfelagnum.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í granskingarmálum, vitjaði Vísindavøkuna. Tiltakið varð einastandandi væl skipað við hópin av fyrilestrum og kveikjandi básum til bæði børn og vaksin.

”Eg eri hugtikin av okkara granskarum og granskingarstovnum. Tað er sera umráðandi at børn og ung at fáa vitan um gransking og at áhugin hjá teimum verður kveiktur.”

Sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum.

Kelda: gransking.fo

Vísindavøka

Tiltakið er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við, og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.

Les meira um Vísindavøku her.