Djóni Nolsøe Joensen hevur í sambandi við skúlaársbyrjan verið og vitjað í fleiri skúlum í Suðuroy.
Byrjað var í Porkeris skúla, har Beinta Jacobsen, fyrstilærari, tók ímóti og vísti runt. Landsstýrismaðurin var inni í øllum floksstovum og heilsaði upp á øll børnini. Eisini var hann við til morgunsangin. 7 dreingir eru byrjaðir í fyrsta flokki í Porkeris skúla í ár, sum hevur 37 næmingar í alt. Landsstýrismaðurin fekk eisini høvi at práta við allar lærararnar í skúlanum yvir ein kaffimunn.
Ferðin gekk síðani til Sumbiar skúla, har Guðrun í Líðini, fyrstilærari, tók ímóti. Eisini her var farið runt í allar flokstovurnar í skúlanum, so landsstýrismaðurin fekk høvi at heilsa upp á allar næmingarnar og ynskja teimum eitt gott skúlaár. 33 børn eru í Sumbiar skúla og 5 eru júst byrjað í fyrsta flokki. Fýra gentur og ein drongur. Tað er altíð gevandi at koma út í skúlarnar og hoyra, hvat rørir seg millum starvsfólk og næmingar í skúlanum. Hvør einstakur skúli hevur sína søgu og sereyðkenni.
Farið var so til Vágs at vitja Ítróttaháskúlan, har skúlastjórin Miriam J. Norðberg og stýrisformaðurin, Bjarni Johansen, sum eisini er borgarstjóri, tóku ímóti. Til skeiðið í heyst eru 48 næmingar byrjaðir, sum allir eru úr Føroyum. Vitjað var í næmingaheiminum, har næmingar vóru við at finna seg til rættis og læra allar uppgávurnar, sum tey skulu verða við til at loysa. T.d. at vaska gólv, fyrireika máltíðir, vaska upp o.s.fr.. Landsstýrismaðurin sá eisini styrkivenjingarhøli, sum skúlin hevur riggað til í einum niðurløgdum virkisbygningi í fjøruni.
Ítróttaháskúlin er sera populerur millum tey ungu, og tey skulu verða skjót, um tey skulu fáa pláss, tá latið verður upp fyri nýggjum tilmeldingum á netinum. Skúlin arbeiðir í løtuni við ætlanum um at byggja nýggjan skúlabygning, og fíggjarmøguleikar verða kannaðir. Landið kann stuðla slíkum verkætlanum við 50% í stuðli sambært lógini.
At enda var vitjað í Føroya Eftirskúla í Øravík, har Pól Arni Holm, stjóri, tók ímóti. Næmingaheimið er júst flutt til Øravíkar, meðan skúlagongdin framvegis er á Tvøroyri. 12 næmingar eru byrjaðir í skúlanum í ár, harav 7 eru úr útlondum. Næmingarnir høvdu dagin fyri verið í Stóru Dímun, sum er fyrsta oyggin, tey hava vitjað í hesum skúlaárinum. Eitt av eyðkennunum hjá eftirskúlanum er, at farið verður til allar oyggjarnar í Føroyum, so næmingarnir læra um søgu og siðir á teimum ymsu støðunum í landinum. Skúlin skuldi helst havt fleiri næmingar, og hesum verður støðugt arbeitt við. Landsstýrismaðurin ynskti teimum góða eydnu við tí og eitt gott og spennandi skúlaár fyri framman.