Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, vitjaði Náttúrulundina við Streymin 26. okt. 2023 og fekk frágreiðing um hesa sera áhugaverdu verkætlan, sum fellur væl inn í veðurlagsmálsseting og strembanina eftir at tryggja náttúru- og umhvørvisvernd her á landi.
Skipað sum limafelag
Felagið Náttúrulundin við Streymin er skipað sum eitt limafelag. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki, og aðalfundur verður hildin á hvørjum ári. Alt arbeiði í felagnum er ókeypis.
Á myndini síggjast umboðini fyri Náttúrulundina greiða landsstýrismanninum frá.
Sundið skilur lundina
Smala sundið millum oyggjarnar báðar er eitt serstakt øki í Føroyum við sera spennandi náttúrufyribrigdum. Streymhart er í sundinum. Sjálv siglingarrennan er einans 4 metrar á miðalvatni. Har sundið er smalast, er eisini grunt, hetta hevur við sær, at sólin sær á botn, og tí er eitt yðjandi lív her av gróðri, fiski og fugli.
Fjølbroytt gróðurseting
Nú er so eisini velt, grivið og gróðursett í stórum parti av hesum gott og væl 120.000 fermetrum av jørð báðumegin sundið. Harumframt eru eisini gjørdar vakrar tjarnir við brúnna, eins og grivið er fyri hugnaligum gongugøtum í økinum.
Ævinliga gonguverkið
Starvsnevndin í felagnum fyri Náttúrulundini við Streymin hevur saman við fakfólki fingið evnað til ein umfatandi hugskotstráð fyri náttúrulundina, hesi náttúruperlu við flógva lívgevandi Golfstreyminum rennandi mitt gjøgnum lundina sum eitt annað ævinligt gonguverk í regluføstum skiftisbilum í grunna smala streymharða sundinum við tess ríka sjófeingi, hesum náttúrugivna matkova fyri øllum livandi í havi og lofti. Her ýður av náttúrunnar margfeldi við flogfenaði, alskyns viða- og plantuvøkstri og øllum tí fjølbroytni, ið sundið býður.
Okkara Via Appia
Farleiðirnar báðar, brúgvin sambinding fólksins og sundið aldargamla leiðin til havs og út í heim, á kross í hugfarsligum myndamáli eru okkara Via Appia, naturae gemma.
Megintankin er at bjóða ríkar náttúruupplivingar og miðla hesar náttúrudýrgripir til allar borgarar landsins - barnagørðum, skúlum á øllum stigum og almenninginum sum heild.
Á myndini síggjast Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður, og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður við talarastólin í Náttúrulundini við Streymin.
Landsstýrismaðurin fegnast um stóra filantropiska arbeiði, øll hesi mongu fólk við Sundalagið og aðra stess frá eisini higartil hava gjørt. ‘Eitt mynsturverk, ein menningarætlan øðrum her á landi og úti í heimi til fyridømis. Fult í tráð við grønu alheims bylgjuna, sum í hesum tíðum floymir um heimin allan, sum vit eyðsýnliga eru partur av og soleiðis geva okkara góða íkast til’, sigur landsstýrismaðurin Djóni Nolsøe Joensen at enda.