Í døgunum 7., 8. og 9. novembur vórðu læraradagar í Norðurlandahúsinum. Fyriskipari er Nám.
Høvuðsevnið var talgildisbúgving.
Skráin var tann sama allar tríggar dagarnar. Hon var rættiliga fjølbroytt og tryggjar, at einstaki lærarin kennir seg og sínar lærugreinar aftur og fær brúkt innihaldið í degnum sum íblástur og víðari menning.
Landsstýrismaðurin helt røðu fyri lærarunum:
Góðu lærarar og skúlaleiðarar
Læraradagar eru tykkara dagar, har tit fáa høvi til at fáa nærri innlit í ávís øki í tykkara arbeiði, umframt at kunna hitta og sparra við starvsfelagar í øðrum skúlum. Evnið í ár er talgildisbúgving, sum verður lýst breitt bæði við atliti at kunningartøkni sum amboð, skermnýtslu, tilgjørdum viti og ta ávirkan, ið teldunýtsla hevur á undirvísing og felagsskapin í flokkinum.
Teldunýtsla og herundir fartelefonir er eitt av mongu økjunum, sum tit skulu taka støðu til í arbeiði tykkara. Hugsanirnar eru ymiskar, men tey flestu eru tó á einum máli um, at skíggjanýtsla er ein avbjóðing millum børn og ung, har serliga fartelefonin hevur ein stóran leiklut. Nógvir skúlar hava gjørt fyriskipanir um fartelefonnýtslu í skúlatíðini, men eg haldi, at vit eisini sum undirvísingarligur myndugleiki eiga at seta í verk yvirskipaðar reglur, sum skúlarnir kunnu miða seg ímóti. Fólkaheilsustýrið hevur givið út ein faldara, sum vendir sær til foreldur, skúlar og frítíðarfeløg, við hugskotum um at minka skíggjanýtsluna.
Læring og trivnaður eru aðalmálini hjá skúlunum, men vit mugu samstundis sanna, at fyri at røkka og skipa eina fjølbroytta, næmingalagaða undirvísing, so eru ymisk viðurskifti, sum skulu loysast á vegnum, umframt tey krøv, sum sett verða til lærarayrkið í námsætlanum, eftirmetingum og royndum, samstarvi, skráseting, næmingasamrøðum og fráboðanum. Alt amboð og skipanir, sum hava til endamáls at tryggja læringina hjá einstaka næminginum. Spurningurin er samstundis, hvussu umfatandi hesar uppgávur eru, og um tær taka tíð frá undirvísingarliga arbeiðinum og menningartilgongdunum í flokkunum, so tað verður torførari hjá lærarum at røkka øllum næmingum.
Hetta eru viðurskifti, sum eg eri gjørdur varugur við, og sum eg ynski at varpa ljós á. Fyriskipanir eru neyðugar, men tær skulu styðja undir undirvísingina og ikki kennast sum ein byrða, ið tekur tíð og orku frá undirvísingarliga og námsfrøðiliga arbeiðinum. Tí er neyðugt at hyggja eftir, um tað eru uppgávur ella royndir, sum kundu verið broyttar ella gjørdar øðrvísi. Tað ringasta, sum kann henda í einum arbeiði er at føla seg sperdan og ikki hava neyðugu tíðina ella umstøður at náa teimum málum, sum sett verða. Í tykkara arbeiði má tað harumframt vera serliga ørkymlandi, um tað ofta kemur fyri, at tit ikki fáa skipað eina fjølbroytta undirvísing ella loyst ymsu avbjóðingarnar í flokkunum.
Comenius ein tjekkiskur filosoffur, teologur og lærari, sum livdi fyri 400 árum síðani, og sum verður roknaður sum stovnsetari av nýmótans námsfrøði. Hann innførdi nýggjar undirvísingarhættir, har tað skuldi vera ein fragd at læra. Næmingarnir skuldu gleðast um at læra, av áhuga og ikki av plikt. Hansara námsfrøðiliga háttalag var nógv øðrvísi og í andsøgn við ta undirvísing, sum var ráðandi tá á døgum, sum ofta var harðrend og við terping á latíni. Hann legði dent á grundleggjandi undirvísing fyri bæði gentum og dreingjum, at byrjanarundirvísingin skuldi vera á móðurmálinum, og at næmingarnir skuldu verða virknir í læringini, har hann skipaði undirvísingina í trimum stigum, at fata, at sanna og at venja.
Fyrst greiddi hann næmingunum frá, so teir skiltu evnið. Síðani hjálpti hann teimum at fara í dýpdina við innihaldinum og hugtøkum, sum hann hevði greitt frá, og til endans fekk hann næmingarnar at brúka tað, teir høvdu lært í praktiskum venjingum. Hansara hugsan var m.a., at næmingurin er ikki eitt tómt ílat, sum skal fyllast við vitan, men ein virkin luttakari í sínari egnu læring.
Eg taki hetta fram, tí eg fyri stuttum havi fingið handað eitt tilmæli við fleiri uppskotum um broytingar í fólkaskúlanum, har eisini verður nomið við sjálva undirvísingina bæði lærugreinabýtið, námshættir og skapandi lærugreinir. Víst verður á, at áherðsla eigur at verða løgd á, at undirvísingin verður skipað við fjølbroyttum virksemi, har evnisarbeiði, verkætlanar- og verkstaðararbeiði eru sjálvsagdir tættir, at skúlarnir fáa betri umstøður at skapa møguleikar fyri, at lærarar kunnu fara í dýpdina í undirvísingini, og at listarligu og skapandi lærugreinarnar hava størri rúmd í skúladegnum. Eisini verður víst á týdningin, ið fjølbroytni og skapandi lærugreinirnar hava á læring, menning og trivnað hjá einstaka næminginum. Tað er umráðandi, at næmingar læra at brúka sítt hugflog og fordjúpa seg í evnum og tilgongdum, sum eru sprotnar úr teirra egna áhuga, forvitni og undran. Hetta ávirkar bæði sjálvsálit og áhugan at læra.
Samstundis verður dentur lagdur á, at stórur tørvur er á eftirútbúgving innan bæði arbeiðshættir og skapandi lærugreinar, tí at lærarum vanta henda førleika, og vit kunnu spyrja okkum sjálvi, hví eru vit komin í hesa støðu? Her er bæði talan um hugburð, tær royndir, sum seinastu árini eru gjørdar at styrkja fakliga førleikan hjá næmingunum, og hvussu vit hugsa okkum, at fólkaskúlin skal vera. Lærugreinirnar eru ásettar í løgtingslógini, men vit sum undirvísingarligur myndugleiki mugu taka ábyrgdina av, at vit í tíma- og lærugreinabýtinum hava lagt størri áherðslu á hugmyndafrøði og náttúruvísind enn skapandi virksemi, og at ov lítil samskipan er gjørd millum lærugreinir. Síðani er tað læraraførleikin, har vit eiga at tryggja, at arbeiðshættir og skapandi lærugreinir eru ein sjálvsagdur partur bæði í læraraútbúgvingini og innan eftirútbúgving.
Hetta eru viðurskifti, sum eg havi tikið upp í sambandi við viðgerðina av tilmælinum um broytingar í fólkaskúlalógini. Vit mugu tó sanna orðini hjá Comenius, at tað ræður ikki bara um at geva barninum alla ta fakligu vitan, vit kunnu, men at barnið má sodna lærdómin og sjálvt sleppa upp í part at gera egnar royndir. Tí eiga vit eisini at hugsa um longdina á skúladegnum. Tað er ikki altíð nøgdin, sum gevur besta úrslitið, men eitt samspæl millum fak, kreativitet og námsfrøði, har næmingurin trívist, er áhugaður og virkin.
Tað eru eisini onnur øki í tilmælinum, sum eg virki fyri at fáa sett í verk. Eg miði ímóti at lækka næmingatalið í flokkunum, og at vit byrja við 1. flokki komandi skúlaár, at víðka tvílæraraskipanina til eisini at fata um triðja flokk, og at styrkja flokslærarauppgávuna. Harumframt arbeiði eg eisini við at seta í verk eina skipaða eftirútbúgving. Nógv av hesum veldst sjálvsagt um fíggjarligu viðurskiftini. Fíggjarlógin er ikki samtykt enn, men sum útlitini eru, so fer uttan iva at bera til at byrja tilgongdina longu frá komandi skúlaári.
Eg havi nógv góð minni frá mínari skúlatíð, og tað sama ynski eg, at allir næmingar skulu hava. Mær dámdi sera væl kunningarfakini og eitt, sum serliga hugtók meg, var, tá ið lærarin í undirvísingini so livandi greiddi frá støðum og hendingum og vísti á heimskortinum, hvar hendingarnar og støðini vóru. Eisini var tað sera hugtakandi, tá ið lærarin greiddi frá egnum upplivingum bæði í Føroyum og uttanlands. Tit mugu ikki gloyma ta livandi frásøgnina millum allar nýmótans undirvísingarmiðlar, tí hon er ofta sera kveikjandi, og fær næmingarnar at undrast og seta spurningar.
Vit hava sum heild ein góðan fólkaskúla, men sum við øllum øðrum skipanum, so er neyðugt við hvørt at steðga á, eftirmeta og gera ábøtur. Trivnaðarkanningin vísir m.a., at átøk mugu gerast at basa øktu happingini, og at kveikja áhugan hjá næmingunum fyri ymsu lærugreinunum. Álitið um broytingar í fólkaskúlanum vísir somuleiðis, at her eru viðurskifti, sum krevja ábøtur m.a. drúgvi skúladagurin, næmingatalið í flokkunum og tørvurin á fjølbroyttari læring. Vit hava uttan iva fylt ov nógv á, so at næmingurin ikki í nóg stóran mun hevur umstøður at vera virkin í egnari læring, at gera royndir og at nýta síni skapandi evni.
Tað er sera umráðandi, at vit standa saman at loysa tær avbjóðingar, sum standa fyri framman. Tit, bæði lærarar og skúlaleiðarar, hava ómetaliga stóran týdning í arbeiðinum at skapa ein góðan fólkaskúla. Tit eru álitið at tryggja, at skúlin er trygga grundarlagið hjá hvørjum einasta næmingi, og at veita næmingunum bestu umstøður fyri læring, menning og trivnaði. Hetta er ein stór uppgáva, sum vit eiga at taka í størsta álvara og standa saman um at fáa at virka so væl, sum til ber.
Eg ynski tykkum ein góðan læraradag og blíðan byr í arbeiði tykkara. Tøkk til fyrilestrarhaldararnar og tykkum, sum standa fyri verkstovunum. Eisini takki eg Námi, sum hevur lagt til rættis, og sum fyriskipar læraradagarnar.