
Fríggjadagin var kveikingardagur hjá SSP við evninum: "Ymisk sjónarmið innan fyribyrging". Dagurin var settur saman av fleiri dugnaligum fyrilestrarhaldarum, ið á ymsan hátt løgdu fram um, hvussu vit í felag kunnu skapa eitt sterkt og trygt barna- og ungdómslív í Føroyum.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, setti dagin. Røða hansara kann lesast her.
Hann segði m.a. í røðu síni:
Samstarv millum foreldur, frítíðarlív, kommunur og skúlar er grundarlagið fyri at tryggja eitt gott og rúsfrítt ungdómslív.