Arbeitt hevur verið fram ímóti at veita løn ella serligt fíggjarligt ískoyti til teirra, ið taka útbúgving á Heilsuskúla Føroya. Og nú verða 3 mió. kr. settar av til endamálið.
Ein møguleiki er at avmarka játtanina til tey, ið eru omanfyri 25 ár, eru førleikamett og taka útbúgvingarnar yvir styttri tíð.
Men aðrir møguleikar skulu eisini nágreinast, áðrenn endalig støða verður tikin til, hvussu játtanin verður brúkt.