Húsarhaldsskúli Føroya hevur hátíðarhildið 50 ára stovningardagin. Skipað var fyri stórari móttøku í Varpinum fríggjadagin í síðstu viku, har sera nógv fólk vóru samankomin. Ikki minst fyrrverandi næmingar, sum hava gingið í skúlanum. Ein framsýning er gjørd um skúlan í hesum sambandi, sum er at síggja í Varpinum. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, helt røðu, sum kann lesast her.
Um kvøldið skipaði skúlin eisini fyri døgurða í Gamla Seglhúsinum. Tá handaði landsstýrismaðurin eina gávu til skúlan, sum Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, tók ímóti. Hetta var ein mynd, sum Hanni Bjartalíð hevur teknað, og sum kemur at hanga væl í nýggja skúlanum, sum flutt verður inn í fyrst í tí nýggja árinum.