Mikudagin 5. juli var hátíðarhald við Rásina í Runavík, í sambandi við, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum setti hakan í, og soleiðis formliga byrjaði útbyggingina av Rásini.
Talan er um eina verkætlan sum kemur at kosta 25 mio. kr., og sum vil víðka um Rásina við 450 fermetrum.
Nýggi bygningurin, sum verður bygdur uppí núverandi bygning har Rásin heldur til, fer at hava tvær hæddir við kamarslon á ovaru hæddini, og undirvísingar- og felagshølir í niðaru hæddini.
Rásin er ein eftirskúli, hvørs endamál er, at geva næmingum sum ganga har, amboð til, so vítt til ber at megna at taka ábyrgd fyri sínum egna lívi.
Í dag búleikast 7 næmingar á Rásini, men við útbyggingini verður møguligt at tvífalda næmingatalið, soleiðis at 14 ung framyvir kunnu ganga á Rásini.
Eftir ætlan skal útbyggingin takast í nýtslu í august 2025.
Til hátíðarhaldið heldt landsstýrismaðurin eina røðu, sum kann lesast her.