Hakin settur í, til triðja byggistig á Miðnámi á Kambsdali
Mikudagin 7. juni kl. 15 var lítið hátíðarhald á Miðnámi á Kambsdali í sambandi við, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, setti hakan í og soleiðis formliga byrjaði útbyggingina av Miðnámi á Kambsdali.
Handilsskúlin, sum var liðugur í 1990, og Studentaskúlin, sum var liðugur í 1993 vóru frá byrjan samanbygdir. Teir vóru í 2015 lagdir saman í nýggja stovnin Miðnám á Kambsdali, og í tí sambandi vóru nýggj lærarahøli, umsitingarhøli og bókasavn bygd uppí skúlan. Verandi bygningur er í ein fýrakant við einum opnum garði í miðjuni – og tað er hesin opni garðurin, sum nú verður innilokaður.
Her verður bygt í tveimum hæddum, soleiðis at ovara hæddin fer at hava nýggjar starvsstovur til alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði og lívtøknifrøði. Niðara hæddin verður eitt stórt felagsrúm, sum knýtir saman bókasavnið, kantinuna og skúlahøllina og víðkar um møguleikarnar við øllum hesum trimum funksjónum umframt at vera eitt stórt felagsrúm, har høvi verður hjá næmingum at gera eitt nú bólkaarbeiði.
Útbyggingin fevnir umframt nevndu høli eisini um nýggjan køk. Verandi køkur er frá 1990 og varð bygdur til umleið 180 næmingar. Næmingatalið er í dag um 500 – og eisini starvsfólkatalið er økt tilsvarandi.
Tað eru Zeta arkitektar, sum hava teknað, og Spenn og SMJ hava projekterað. Búsetur stendur fyri byggiarbeiðinum, sum nú fer í gongd. Løgtingið hevur játtað 94 mió til verkætlanina, sum eftir ætlan skal vera liðug um góð tvey ár. Talan er um 1476 nýggjar fermetrar pluss nakað av umbygging, so verkætlanin fevnir íalt um 2167 fermetrar.
Við hesi verkætlan fær Miðnám á Kambsdali munandi betri umstøður við dagførdum serhølum og rúmligum felagshøli.
Kelda: www.kambsdalur.fo
Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her:
Góðu áhoyrarar,
Vit kunnu í dag gleðast um, at fyrsta flagið verður loyst fyri tí triðja og endaliga byggistignum á hesi stórfingnu verkætlan, sum skal knýta tykkum og tykkara miðnámsskúla enn betri saman.
Heildarætlanin hevur verið ein drúgv tilgongd, sum stígur eisini hevur verið í, men sum fleiri samgongur á rað tó hava verið samdar um at fremja. Hetta er eitt gott dømi um, hvat kann henda, tá vit finna breiðar og haldgóðar politiskar semjur.
Verkætlanin er, sum tit helst vita, ikki bert ein umbygging, men eisini ein útbygging, sum í undanfarnum stigum hava givið tykkum fleiri fermetrar at virka í, og sum við hesum stignum eisini gevur tykkum eina kjarnu, ið bæði fevnir um undirvísingarhølir og eitt savnandi miðpunkt, ið knýtir bygningarnar saman.
Henda kjarnan fer at broyta ferðamynstrið inni við skúlanum, har vegir fara at krossast, sum kanska ikki hava krossast áður. Eg ímyndi mær samstundis eitt hjarta, sum leggur upp til samveru millum næmingar, og at teir soleiðis fara at koma hvørjum øðrum enn meira við.
Tí tað er júst hetta, at koma hvørjum øðrum við, sum er so týdningarmikið. Ikki bert fyri ein skúla, men sum heild. Tí tað er tá vit koma hvørjum øðrum við, at vit knýta vinabond, og gera vit tað, tá økist trivnaðurin, og vit fáa ein betri gróðrarbotn fyri tann lærdóm, sum vit eru komin her fyri at fáa.
Somuleiðis kann samveran økja trivnaðin millum starvsfólk í skúlanum. Hetta er eisini týdningarmikið, tí tá trivnaðurin er góður millum lærararnar, gerst tað lættari og hugaligari at læra frá sær.
Men tað er ikki bert kjarnan, sum er at gleðast um. Tað eru øll byggistigini, sum tilsamans geva ein dagførdan skúla, við tíðarhóskandi kørmum, sum eisini kann økja um hugin og umstøðurnar hjá bæði lærarum og næmingum. Við hesi heildarætlan tykist tað fyri mær sum, at skúlin fer frá at vera ein skúli, til at vera ein skúladepil. Frá einum skúlaumhvørvi, til eitt nútímans lestrarumhvørvi, sum verður við til at styrkja skúlaskapin í norður/eysturøkinum, ikki bara í dag, men eisini í framtíðini.
Til endans skal eg vegna Føroya Landsstýri takka fyri, og ynskja skúlanum og arbeiðstakarum eina hepna hond frameftir.
Takk fyri.