10.04.2025 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Granskingarsamstarv við ES hevur stóran týdning

Granskingarsamstarv við ES hevur stóran týdning

Barna- og útbúgvingarmálaráðið skipaði fríggjadagin 8. apríl fyri felagsnevndarfundi um føroysku luttøkuna í ES granskingarskránni Horizon Europe. Vertir á fundinum vóru Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna og útbúgvingarmálaráðnum, og Anne Haglund-Morrissey, varaleiðari á eindini fyri Altjóða samstarv undir Deildini fyri Gransking og Nýskapan hjá ES-nevndini.   

Niðurstøðan á fundinum var, at føroyska luttøkan í rammuskráum hjá ES hevur skapt stór virði í føroyska granskingarumhvørvinum og hevur eisini havt stóran týdning fyri ES. Samstarvið um gransking og nýskapan er vorðin ein týðandi súla undir sambandinum millum partarnar.

Umboð fyri ES kunnaðu um ætlanir um at røkka málinum hjá ES um at gera íløgur fyri 3% av bruttatjóðarúrtøkuni í gransking og menning og um nýggj átøk fyri at stuðla upp undir langtíðarætlanir um at styrkja evropeiska gransking og nýskapan. Eitt yvirskipað mál hjá ES er eisini at gera rammuskránna meira einfalda.

Føroysku umboðini á fundinum kunnaðu um støðuna fyri gransking og nýskapan í Føroyum. Víst varð á, at virksemið er økt munandi. Granskingarráðið fær 20% fleiri umsóknir um stuðul, eisini frá granskarum á stovnum uttan fyri Føroyar. Eisini fara Føroyar at miða eftir at økja íløgur í gransking og menning til 3% av BTÚ.  

Felagsnevndarfundurin millum ES-nevndina og Barna- og útbúgvingarmálaráðið var tann triði av sínum slagi, síðani Føroyar og ES fóru undir granskingarsamstarv fyri 15 árum síðani.

 

Kelda: www.gransking.fo