Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður hevur mikudagin 22. februar fingið kunning frá stjóranum á Granskingarráðnum, Anniku Sølvará um virksemi á stovninum.
Kunningin snúði seg bæði um granskingarstuðul, sum verður veittur á granskingarráðnum í Føroyum og skipanirnar sum eru fyri at søkja stuðul uttanlands.
Føroyar eru partur í granskingarsamstarvinum hjá ES, Horizon Europe umframt norðurlendsku NordForsk, sum Føroyar nú eru fullgildigur limur í.