15.10.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Grabbin settur í

Grabbin settur í
1 / 3

Mánadagin, 14. oktober, varð spakin ella rættari sagt grabbin, settur í til nýggju auluna í Tekniska skúla í Klaksvík. Nýbygningurin er staðsettur norðanfyri verandi inngongd. Tað er Norðhús, sum ger arbeiðið.
Arbeiðið við at byggja aulu og gera neyðugar umvælingar á verandi bygning er mett at taka 2 ár.

Tað var Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, ið loysti tað fyrsta flagið, sum hesaferð varð gjørt við grabba í maskinu.

Landsstýrismaðurin setti grabban í

Røðan, ið var hildin til løtuna, kann lesast her: