01.10.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Fólkaskúlin – sjøtul settur á broytingar

Fólkaskúlin – sjøtul settur á broytingar

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, setur við fíggjarlógaruppskotinum sjøtul á arbeiðið við broytingum í fólkaskúlanum.

Landsstýrismaðurin fekk í summar handað eitt álit um fólkaskúlan, har ein arbeiðsbólkur hevði orðað fleiri tilmæli um broytingar í skúlanum. Við eini øktari raðfesting til fólkaskúlan ber til at taka tey fyrstu stigini móti at tillaga skúlan, sum mælt verður til. Áðrenn tær størru broytingar kunnu gerast, skal ein politisk viðgerð verða av tilmælunum, og hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at ætlanin er at hava eitt aðalorðaskifti um hetta í Løgtinginum í heyst.

Í fíggjarlógaruppskotinum verður hildið fram við at styrkja flokslæraraskipanina og javna skipanina í sambandi við tilluting av leiðslutíð. Landsstýrismaðurin ynskir eisini, at arbeitt verður við, hvussu námsfrøðingar kunnu virka undir greiðari kørmum í fólkaskúlanum.