30.10.2024 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Fólkaskúlaráðið handað landsstýrismanninum tilmæli um landsroyndir

Fólkaskúlaráðið handað landsstýrismanninum tilmæli um landsroyndir

Fólkaskúlaráðið hevur viðgjørt og greitt frá ymsum viðurskiftum og avbjóðingum í samband við landsroyndirnar.

Fólkaskúlaráðið metir ikki, at landsroyndirnar skulu halda fram í verandi líki.

Endamálið at skipa fyri landsroyndum var at tryggja myndugleikum, skúlum, foreldrum og næmingum innlit í fakliga støðið. Landsroyndirnar skuldu vera eitt ítøkiligt amboð og grundarlag hjá myndugleikum, skúlum og foreldrum at fylgja við og meta um fakliga støðið í teirra egna skúla, umframt at kunna viðgera úrslitið í mun til fakliga støðið í skúlunum kring landið, grundað á eitt miðaltal fyri skúlarnar. Ráðið heldur, at um skipanin við landsroyndum skal halda fram, so má endamálið verða meira eintýðugt, at landsroyndir antin skulu vera eitt eftirmetingaramboð hjá landsmyndugleikanum, ella  eitt námsfrøðiligt amboð hjá skúlunum.
 
Tilfarið, ið Fólkaskúlaráðið hevur havt at grunda sínar niðurstøður á, byggir á landsroyndarfrágreiðingarnar og tær ymisku hugsanirnar, sum hava verið frammi. Ráðið saknar fakligt grundað tilfar at grunda viðgerðina á, og tí er sera trupult at gera umfatandi niðurstøður, eisini tí at landsroyndarúrslitini ikki eru brúkt hagtalsliga til at greina úrslit og samanhangir m.a. millum námsætlanir og undirvísing ella fakligu spjaðingina. Eisini er grundarlagið undir landsroyndunum broytt so ofta ávegis, at illa ber til at samanbera ár fyri ár.
 
Fólkaskúlaráðið heldur, at umráðandi er, at skúlarnir hava eftirmetingaramboð, og at landsstýrismaðurin eigur at menna tey námsfrøðiligu og fakligu eftirmetingaramboðini, sum fólkaskúlin skal nýta. Tilmælini eru í høvuðsheitum:
 

  1. at arbeiði verður sett í verk at menna landsroyndirnar til eitt námsfrøðiligt amboð, ikki at seta úr gildi, men tillaga og gera greitt, hvat og hvussu landsroyndirnar skulu nýtast.
  2. at skúlarnir verða spurdir um, hvørji námsfrøðilig og faklig eftirmetingaramboð teir sakna og ynskja at fáa til vega. 
  3. at landsstýrismaðurin fær til vega  neyðugu orkuna at menna støðuroyndir, sum lærarar sjálvir kunnu brúka í undirvísingini. Hesar royndir eru heimilaðar í § 14 í fólkaskúlalógini, men ongantíð settar í verk.
  4. at royndir, sum verða gjørdar, bæði støðuroyndir og landsroyndir  skulu verða grundaðar á góðkendar normar og onnur viðurskifti, sum eru neyðug til tess at gera námsfrøðiligar royndir, sum eisini kunnu samanberast ár fyri ár.


Fólkaskúlaráðið mælir  samstundis til, at landsstýrismaðurin setur ein arbeiðsbólk at viðgera tilmælini hjá ráðnum nærri og at fáa til vega neyðugt grundarlag fyri støðutakanini um eftirmetingarskipan í fólkaskúlanum. Nám er farið í holt við at greina landsroyndarúrslitini, so ein komandi arbeiðsbólkur hevur betri fakligt grundarlag at gera sínar greiningar og niðurstøður.
 
Tíðarskeiðið hjá sitandi fólkaskúlaráði er lokið, og í næstum fer landsstýrismaðurin at seta ráðið av nýggjum fyri komandi trý ára skeiðið.

Tilmælið kann lesast her.