Løgtingið hevur samtykt, at næmingatalið í hvørjum flokki í Fólkaskúlanum eigur ikki at vera hægri enn 22 við skúlaársbyrjan. Broytingin fer at verða galdandi frá skúlaárinum 2025-26, tá byrjað verður við 1. flokki og síðani endaliga sett í gildi eftir níggju árum. Í ávísum førum kann skúlaleiðarin avgera ikki at býta flokkin í tveir flokkur, um næmingatalið fer upp um 22.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður fegnast um broytingina, sum er fyrsta liðið í eini longri tilgongd, at seta í verk tilmæli úr álitinum um broytingar í Fólkaskúlalógini. Arbeitt verður nú víðari við at fyrireika uppskot um lægri undirvísingatímatal um vikuna, tvílæraraskipan og broytt tíma- og lærugreinabýti. Uppskot um hesar broytingarnar verða ætlandi lagdar fyri Løgtingið í komandi tingsetu.
Landsstýrismaðurin fegnast um, at eitt samt Løgtingið tekur undir við, at umstøðurnar hjá Fólkaskúlanum skulu betrast.