Mikudagin 30. oktober klokkan 09:00-10:00 verður tíðindafundur í Smæruni í Havn, har kunnað verður um nýggjan tvørfakligan granskingardepil, sum skal fáa til vega vitan um børn og ung í Føroyum.
SKRÁIN:
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður biður vælkomin
Ingi H. Heinesen, leiðari á nýggja Barna- og ungdómsgranskingardeplinum
Martin T. Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
Magni Mohr, pro-rektari í gransking, á Fróðskaparsetri Føroya
Trý ph.d.-lesandi greiða frá um tvørfakligar verkætlanir til frama fyri børn og ung
Torbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum
Lesið meira her.