Síðst í september mánaði fekk Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, forkunnuga vitjan av miðnámsskúlanæmingum frá ávikavist Gammel Hellerup Gymnasium og frá Glasi.
Talan er um eina verkætlan, sum Sjómaq stendur fyri, hvørs endamál er at fáa meiri samstarv millum ung í ríkisfelagsskapinum.
10 næmingar frá Glasi hava vitjað í Danmark, har tey millum annað vitjaðu Christiansborg, og har Mathias Tesfaye, ráðharri í barna- og undirvísingarmálum, vísti teimum runt.
Tá donsku næmingarnir nú vitjaðu í Føroyum, vitjaðu tey eisini Barna- og útbúgvingarmálaráðið, har tey heilsaðu upp á landsstýrismannin og hoyrdu um Barnaverkætlanina, sum er eitt av hjartamálunum hjá sitandi landsstýri.
Sjómaq-verkætlanin hevur til endamál at styrkja sambandið millum ung í ríkisfelagsskapinum. Hetta ger verkætlanin við at gera tað møguligt hjá ungum at møta øðrum ungum úr hinum londunum í Ríkisfelagsskapinum, við støði í tí, sum er týdningarmikið fyri tey.
Verkætlanin er eitt samstarv millum ungmannafeløg í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Við útgangsstøðið í virðir, sum t.d. virðing sínamillum, forvitni, javnvirðið og opinleika, arbeiðir verkætlanin fyri at skapa ein sterkari felagsskap millum landamørk.
Tað skal vera pláss fyri ymiskleika, men tað kann eisini vera við til at fjala fyri, at ungdómslívið í Ríkisfelagsskapinum, á mongum økjum, líkist hvørjum øðrum. Tí er stýrisbólkurin í verkætlanini komin fram til mottoið: "Vit eru ymisk, men hava nógv í felag."