02.11.2023 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Christian Joensen settur sum avloysari fyri rektaran á Miðnámi á Kambsdali
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett Christian Joensen í avloysarastarvið sum rektara á Miðnámi á Kambsdali frá 15. november 2023 at rokna.
Christian Joensen, sum er 51 ára gamal, er útbúgvin sivilverkfrøðingur í 1999 og hevur m.a. eftirútbúgvingarskeið í námsfrøði, leiðslu og fíggjarstýring. Hann býr í Saltangará og hevur undirvíst á Miðnámi á Kambsdali hesi síðstu 6 árini. Umframt vanliga undirvísing hevur Christian Joensen røkt eina røð av øðrum uppgávum í skúlanum, eitt nú sum toymisleiðsla, samansjóðingartiltøk og støddfrøðiligar screeningar av nýggjum næmingum.
Christian Joensen avloysir Honnu Jensen, rektara, ið vegna tingarbeiði hevur fingið játtað farloyvi fram til summarið 2025.